Søkt verður eftir skiparum til ferðafólka bát at byrja beinan vegin.

M/S Tomasia er ein nýbygdur Føroyskur bátur í er góðkendur til sigling innan ferðavinnuna, so sum fiskitúrar og dagligar túrar til ávís støð kring oyggjarnar.

Dagligir túrar verða gjørdir í summarhálvuna, frá. 1 Mai til 31 oktobur, tó alt eftir veðurlíkindum, kunnu túrar verða gjørdir í vertar hálvuni.

Túrar verða gjørdir frá Tórshavn, runt Nólsoynna, inn á Tangafjørð, Hestoynna, Koltur, og nakrar túrar suður um Sandoyðan.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Skiparin hevur høvuðsábyrgdina av at føra bátinum og at fylgja trygdarvegleiðingini í fyriliggur.
  • Skiparin hevur ábyrgdina at túrarnir eru ein góð og minningarrík uppliving hjá øllum teimum ferðandi.
Førleikakrøv
  • Førarin av bátinum, skal hava sum minimum dugnaskaps roynd í sigling.
  • Kunnleika til at passa motorin, ein Volvo Penta, D3 á 81,00 KW
  • ROC radioprógv.
  • Trygdarskeið.
  • Heilsubók.
  • Verða myndigur.

Setanartreytir.

Størvini verða sett eftir avtalu millum partarnar.

Umsóknir.
Skrivligar umsóknir við einum lítlum CV og avrit av viðkomandi prógvum skullu vera send til FMS á fms@fms.fo.

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til FMS á 792001