Hátíðarhald var á Bursatanga í dag, í sambandi við at Erla Kongsdóttir, nýggja skipið hjá Strandfaraskipum landsins var doypt, og sýnt fram fyri almenninginum. Skipið verður nú sett í innanoyggja sigling.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at vit nú hava fingið eitt nýtt eykaskip, sum kann røkja farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins, og flyta ferðafólk og farm, skjótt og trygt millum oyggjarnar.
Skipið er framkomið og siglir skjótt. Tað tekur 96 ferðafólk umframt nakrar bilar, farm og olju. Tað siglir umleið 20 míl við ferðafólki, og nakað skjótari uttan ferðafólk. Brennievnisskipanin er orkusparandi.
Ásvør Vest Niclasen bar fram eina yrking tá hon doypti skipið, sum landsstýrismaðurin hevði yrkt til høvið:
Á broddi um boðar
Um klettin tað bráðar.
Kring landið skalt lýta
og oyggjarnar knýta
Um bárur og bylgjur
Har Harrin tær fylgir
So fólkið tú trygt kanst bera
Erla Kongsdóttur navn títt skal verða