Faroe Maritime Services hevur drúgvar royndir sum veitari av fólki til ymisk arbeiðspláss á sjógvi og landi. Við hesum royndum hava vit frá byrjan flutt okkum langt framá, so vit í dag, uttan at siga ov nógv, kunnu bjóða fram tænastur, sum eru fult út kappingarførar við øll onnur feløg, sum starvast í somu vinnu.
Vit hava egið lossingarfólk, kranaførarar, trukkførarar o.fl. og kunnu vit við stuttum skoðbrá veita fólk til eitt nú havnaøki, goymslur og skip. Starvsfólk sum hava grundleggjandi vitan og myndugleika-kravdan førleika til at handfara vørur og útgerð á slíkan hátt, at serlig atlit í hvørjum føri verða tikin til trygd, heilsu, umhvørvi og góðsku.
Tænastur okkara fevna um alt frá smærri einkult mans-uppgávum frá privatum viðskiftafólki og til heil arbeiðs-toymir, eitt nú lossingar- flutningsuppgávur og aðrar størri uppgávur, har tørvur er á einum toymi, sum hevur neyvar dygdir, og førleikar til at útinna serligar uppgávurnar á tryggan hátt.
Nevnast kann, at FMS í 2013 hevði yvir 300 fólk í arbeiði innan fylgjandi øki kring landið:
- Arbeiðsfólk
- Lossingarfólk
- Kranafólk
- Trukkførarar
- Reingerisfólk
- Viðlíkahaldsfólk
- Smíðir
- Kavarar
- Vaktfólk
- Flutningsfólk
- Goymslufólk
- Sjófólk við fiskiskipum
- Sjófólk á handilsskipum
Um tit hava spurningar um eitt hvørt, so haldið tykkum ikki aftur at seta tykkum í samband við okkum á telefon 610000 og ella send okkum ein teldupost á fms@fms.fo