Søkt verður eftir skiparum og stýrimonnum til ferðafólkbátin Faroe Pilot.
Faroe Pilot er góðkendur til baði at sigling sum loðsbátur og somuleiðis innan ferðavinnuna.
Vit bjóða dagligar fiskitúrar og leiðutúrar við Faroe Pilot.
Okkara ættlan er at bjóða dagligirtúrar alt árið, tó sjálvandi alt eftir veðurlíkindum.
Enn er ikki verðulig gongd komin á siglingina, men tó so hava fleiri túrar verði í Decembur mánan.
Faroe Pilot, hevur loyvi at føra ávíkavist 23 ferafólk um summari og 18 ferðafólk um veturin.
Krav til manning er 2 navigatørar og størvini fevna m.a. um hesar uppgávur:
Setanartreytir.
Eftir avtalu millum partarnar.
N:B Vit sýggja fyri okkum at størvini verða lønt pr. tíma og at møguleiki er at hava hetta starvi, sum eitt eyka starv til dømis í frítíðuni.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til FMS á 792001
Umsóknir.
Skrivligar umsóknir við einum lítlum CV og avrit av viðkomandi prógvum skullu vera send til FMS á fms@fms.fo.