Mugu varðveita skjóta vegin upp á brúnna.

Vit føroyingar duga ov illa at síggja okkara styrkir.

Ein av hesum styrkjum er navi­gatørútbúgvingin, sum setir okkum í gott orð á øllum sjey heimshøvum.

So latið vera við at leggja fótonglar fyri ta skipan, ið gevur føroyskum yvirmonnum vind í seglini, ljóðar boðskapurin frá Paula Joensen, sum við føroyskum skipsføraraprógvi í hondini fór undir masterútbúgving á uni­versiteti.

Eftir Jón Brian
Hvidtfeldt í Mið og Magn nr. 10

Vegurin upp á brúnna má ikki gerast óneyðuga kringlutur. Tað er greiða fatanin hjá 30 ára gamla havnamanninum Paula Joensen, sum verjir ta skipan, sum nú er við at mynstra av á Vinnuháskúlanum. Hóast hansara føroyska skipsføraraprógv varð vigað og funnið ov lætt til beinleiðis atgongd til master útbúgving á Syddansk Universitet, verjir hann verandi skipan av fullum hjarta.

– Eg varð sendur til eina upptøkuroynd, har eg skuldi lesa 1.500 síður um metodir at analysera og loysa ymiskar cases, og síðani vísa, at eg dugdi at brúka hesi akademisku amboð
til at loysa uppgávur. Eg hevði ikki eina góðkenda bachelor, ið prógvaði mínar førleikar á hesum øki, greiðir Pauli Joensen frá.

Eftir lokna upptøkuroynd fór hann undir eina tvey ára master-útbúgving við enska heitinum Transport and Maritime Management. Tað er ein reiðaraútbúgving, sum danska reiðarafelagið og onnur tóku stig til um aldarskiftið, og har dentur verður lagdur á øki sum altjóða búskap og politikk, strategiska leiðslu, entreprenørskap umframt onnur øki við enskum heitum sum
International Human Resource Management, Supply Chain Management, Risk Management og so framvegis. Masterútbúgvingina fór hann undir í 2006, samstundis sum hann var
í starvi á manningardeildini hjá reiðarínum Clipper Group. Útbúgvingin kravdi 25 tíma lestnað um vikuna, afturat fullum starvi. Men sjógvurin dróg, og árið eftir fór hann út at sigla við DFDS, har hann áður hevði verið við.

– Tað lat seg gera á tann hátt, at eg kundi lesa umborð. Og hartil hevði eg eina avtalu við DFDS um, at eg kundi vera heima tíðarskeiðini við møtiskyldu á universitetinum, sigur
Pauli Joensen.

LOPIÐ

Fyri Paula Joensen var skiftið frá Vinnuháskúlanum í Havn til Syddansk Universitet stórt. -Tað var óluksáliga strævið at byrja eina akademiska útbúgving, ásannar hann, og hartil var lestrarumhvørvið heilt hvør sítt. Ungi havnamaðurin steðgar á eitt stutt sekund, og tankarnir leita aftureftir:

– Eg havi hug at venda tí við.

Tú fert á Vinnuháskúlan, tí at tú hevur hug til sjógvin, hug at sigla. Framvegis haldi eg, at mentanin í Føroyum er rættuliga tengd at sjóvinnuni. Tað er ikki
óvanligt, at heilt ungir dreingir eiga bát, og heldur ikki óvanligt, at dreingir ikki eru meira enn eini 14 ár, tá teir fyrstu ferð royna sjólívið, antin í praktikk ella í onkrari feriu. Tað erhesin hugur til sjógvin, ið dregur teir at Vinnuháskúlanum, sigur Pauli Joensen.

Argumentatiónin er við at blíva heit, men tó er yvirblikkið til staðar, og skipsførarin rættar inn:

– Skal tú lesa víðari

eftir lokna skipsføraraútbúgving, so manglar tær nakrar akademiskar førleikar, viðhvørt eisini leiðsluførleikar. Tað mugu vit bara staðfesta, sigur Pauli Joensen og
heldur fram:– Eg eri als ikki ímóti, at vit hava høgt støði á okkara útbúgvingum, tvørturímóti. Men eftir mínum tykki hava vit eina sera góða skipan í dag. Eina skipan, sum nógv lond øvunda okkum!

Uppgávurnar á masterútbúgvingini á Syddansk Universitet vóru sum heild vendar móti tí vinnu, ið útbúgvingin varð ætlað. Fyri Paula Joensen merkti tað, at hann eitt nú gjørdi sonevndar „trivnaðaranalysur“ av ymsu tjóðskapunum umborð á skipi. Til dømis, hvussu „kulturelle dimensioner,“ sum tað nevnist, geva seg til kennar millum ymsu tjóðskapirnar.

– Fyri eitt reiðarí
Hevur tað týdning at vita, hvussu roknast kann við at eitt nú russar og filipinar virka saman umborð á skipi. At kenna munin í mentanum og grundleggjandi virðum hjá ymsum tjóð-skapum, greiðir Pauli Joensen frá.  Annað dømi um uppgávu var at lýsa vitanar-spjaðingina umborð á eini skipstypu hjá DFDS. Við-komandi, tí ein feilur umborð á einum skipi kann lættliga vísa seg at vera inngrógvin í mannagongdirnar á øðrum skipum hjá sama reiðaríi.

UNGA STYRKIN

Tað eru nú trý ár síðani at 30 ára gamli Pauli Joensen varð liðugur við sína masterútbúgving á Syddansk Universitet. Ein útbúgving, ið millum annað førdi hann til eitt starv, har uppgávan var at menna partar av fyritøkuni Nordic Offshore Group, enska starvsheitið var Business Development Manager. Fyrr í ár fluttu hann og familjan aftur til Føroya at búgva, og síðani hevur hann arbeitt við at byggja upp eina fyritøku herheima. Eitt av úrslitunum higartil kom í summar, tá tað eydnaðist Paula Joensen at fáa svensku deildina hjá altjóða Maersk-fyritøkuni Svitzer at flagga øll síni skip inn í Føroysku Altjóða Skipaskránna, FAS.

Hansara greiða fatan er, at fyri føroyingar er avgerandi at varðveita ta styrki, ið gjøgnum mong ár hevur givið føroyskum yvirmonnum so gott orð á sær.

– Føroyska skipanin
leggur upp til, at ungir dreingir við alski til sjógvin hava skjóta atgongd til Vinnuháskúlan. Tí er ikki óvanligt at síggja føroyskar skipsførarar í fyrru helvt av tjúgunum. Hetta eru viðurskifti, ið fleiri lond øvunda okkum, metir Pauli Joensen og vísir á, at í okkara grannalondum eru skipsførarar ofta væl eldri enn teir føroysku, tá teir fáa prógvið í hondina. Hann vísir á, at
sambært hagtølunum sigla yvirmenn í meðal ikki meira enn eini sjey til tíggju ár, áðrenn teir leita sær aðrar vegir. Eftir hansara fatan hava nógvir skipsførarar, møguliga eftir nøkur ár á sjónum, hug at fara undir víðari, hægri lestur. Og her kundi Vinnuháskúlin hjálpt teimum á leið, til dømis við at bjóða eina styttri, fyrireikandi útbúgving, ið gjørdi teir til reiðar til hægra lesturin.

– Føroyingar eru
kendir fyri at eiga gott sjófólk, og partur av frá-greiðingini er eftir mínum tykki skjóti vegurin upp á brúnna. Tann skjótleikin fer úr skipanini, um fleiri upptøkukrøv verða sett teimum, ið ætla sær á Vinnuháskúlan, sigur Pauli Joensen.

Pauli Joensen saknar og eftirlýsir grundgevingar fyri, hví verandi maritimar útbúgvingar skulu broytast til bachelor-útbúgvingar.

– Vit áttu at byrja
við at analysera fyrimunirnar og vansarnar við teimum maritimu útbúgvingum, sum vit hava í Føroyum, sigur hann.

Hansara greiða tilmæli er at varðveita verandi skipan, og so heldur bjóða útbúnum skipsførarum møguleikan fyri at taka eitt styttri, fyrireikandi skeið ella útbúgving omaná, og á hendan hátt bøta um møguleikarnar fyri hægri lestri innan maritima økið.

 

SVENSKI á HUGIN

Í sínum
starvi innan shipping hevur Pauli Joensen samband við nógv fólk frá vinnuni. Ein teirra er formaðurin í svenska reiðarafelagnum, Lars Höglund, ið eisini er stjóri í Nolsö Shipping.

Höglund
hevur fleiri ferðir víst stóran áhuga fyri verandi, føroysku skipsføraraútbúgving.So mikið stóran, at hann sigur seg vera til reiðar at fáa sviar hendavegin at nema sær føroysku útbúgvingina.

 

– Hví ikki gera nakað
munagott fyri at fáa útlendingar hendavegin at taka útbúgvingar á Vinnuháskúlanum. Eg veit at fleiri lond øvunda okkara skipan, so hví ikki geva teimum møguleikan at royna hana? Og fyri Vinnuháskúlan hevði tað verið ein spennandi avbjóðing at flutt seg til ein altjóða skúla við lesandi úr øðrum londum afturat føroyingunum, sigur Pauli Joensen.